oki.gif (8506 bytes)  

 

next.gif (963 bytes)

Introduction  innleiding.gif (1077 bytes)
Team

Streymviðurskiftini

Team

Alduviðurskiftini

Team

Dýpdarkort

Samanbering við mátingar

Seinast dagført: 28 Sep 2001
Annað tilfar:
Teldutøk streymkort
Streymkurvar
Havfrøði á Setrinum
Nýtsla

 

Í skipanini er(u):

bl0002.gif (523 bytes)

kort, sum vísa tøl um streymviðurskiftini og alduviðurskiftini umframt dýpdarkort.

bl0002.gif (523 bytes)

møguleiki fyri at draga kortið nærri (suma) fyri økir, ið hava serligan áhuga

bl0002.gif (523 bytes)

fáa øll hagfrøðistølini og dýpi fyri eitt ávíst stað upp á skíggjan við at klikkja á hetta stað á kortinum. 

Streym og aldukortini vísa, hvussu viðurskiftini kunnu roknast við at vera, tá tey eru ringast. Tað ber tí ikki (enn) til at síggja, hvussu viðurskiftini eru ein ávísan dag.

Um Streymkunningina.

Streymkunningin er grundað á numeriskar teldusimuleringar av sjóvarfallinum, og eru gjørdar fyri dagin við harðasta rákinum í einum miðalári. Útrokningarnar eru gjørdar fyri hvørjar 100 m, og í hvørjum einstøkum roknipunkti er roknað:

Ringasta føri
Mesta rák
Effektivt (rms) rák
Minsta rák
Miðal og spakasta rák fyri 1, 2 og 3 tímar kring harðasta broddin henda dagin.
Miðal og harðasta rák fyri fyri 1, 2 og 3 tímar kring spakastu kyrrindini henda dagin

Harumframt eru nøkur streymkort

Um aldukunninga.

Taltilfarið er frá aldusimuleringum, sum Dansk Hydraulisk Institut hevur gjørt vegna og saman við Landsverkfrøðinginum. Útrokningarnar eru gjørdar fyri hvørjar 100 m, og burturúr taltilfarinum roknar skipanin, hvussu høgar aldur í minsta lagi kunnu væntast í ávikavist:

100 tímar í hvørjum ári
3 tímar í hvørjum ári
3 tímar í hvørji 10 ár
3 tímar í hvørji 100 ár

Fyri neyvari frágreiðing, - sí Bølgeatlas for Færøerne , Raport, DHI/Landsverkfrøðingurin, 1998.

Um dýpdarkortini.

Dýpdarkortini vísa miðaldýpi í 100m x 100 m stórum kvadratum, og eru gjørd fyri økini, sum teldusimuleringarnar eru gjørdar fyri.

Um verkætlanina.

Henda skipan er úrslit av verkætlanini 'Nýggj aliøkir', ið fylgjandi stovnar og virkir hava framt:

P/F Fiskaaling
hevur staðið innsavning av tilfari um, hvussu laksur trívist á streymasjógvi og hevur havt umsitingina av verkætlanini.

Landsverkfrøðingurin, hevur framt vatnstøðu- og streymmátingar, viðgjørt nýggjar og eldri vatnstøðu- og streymmátingar, lati innsavnaði dýpdardáta, lati tilfar frá aldu atlas og lati fakliga ráðgeving.

Fiskirannsóknarstovan, hevur viðgjørt nýggjar og eldri mátingar, latið dýpdarmátingar gjørdar við Magnus Heinason og latið fakliga ráðgeving.

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya
hevur staðið fyri og hevur sjálvt framt simuleringar av sjóvarfallinum, hevur staðið fyri innsavning av dýpdardáta við Tjaldrinum í samstarvi við Vaktar- og Bjargingartænastuna, hevur framleitt dýpdarkortini og saman við Fa. Telduráðgevin framleitt kunningarskipanina.

Fa. Telduráðgevin
hevur vegna og í samstarvi við Náttúruvísindadeildina gjørt kunningarskipanina og veitt teldutøkniliga ráðgeving í sambandi við teldusimuleringarnar.

Nansen Senteret, Bergen
hevur vegna Náttúruvísindadeildina gjørt fyrireikingararbeiði til teldusimuleringarnar av sjóvarfallinum og gjørt tær fyrstu simuleringar í økinum kring Norðoyggjarnar.

Vaktar- og Bjargingartænastan og manningin á Tjaldrinum hevur við vælvild latið Náttúruvísindadeildina dýbdarmátingar eftir slóðini hjá skipinum.

Verkætlanin er partvíst fíggjað av Vinnumálastýrinum og yvir raksturin hjá luttakandi stovnunum.

Henda verkætlan er partur av granskingarverkætlan nevnd Føroysk Umhvørvis Verndar Skipan (FUVS) á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Nýtsla av tilfarinum er uppá egna ábyrgd

 

To Top  

  

next.gif (963 bytes)